OSS (Ofta Settir Spurningar)

 

Hvussu rindar man fyri vøruna?

Hvat er íroknað?

Hvussu long er leveringstíðin?

Hvussu nógv má man bíleggja?

Hvussu er góðskan?

Hvat um vøran ikki er í lagi?

Hvussu við sertifikatum?

 

 

Hvussu rindar man fyri vøruna?

 

Man hevur sum heild tveir møguleikar. Fyrst hevur man T/T, sum er beinleiðis flyting á konto okkara í Eik Banka ella Bangkok Bank í Thailandi. Her rindar man 50% frammanundan, og tá framleiðslan er liðug og vøran sambært Maersk Line er umborð á einum skipi, rindar man hini 50%-ini.

 

Ein annar møguleiki er at man opnar ein reimburs ella eitt bankagaranti. Hetta er 1,5% dýrari og hevur eisini eykakostnaðir við sær frá tygara banka, men merkir at man einki rindar fyrr enn vøran er leverað til tygara hurð. Spyr okkum fyri nærri upplýsingar.

 

 

Hvat er íroknað?

 

Í Føroyum levera vit DDU til hurð. Tað vil siga at frakt, kostnaður, eykagjøld, oljugjøld, trygging og annað er íroknað. Tó skal havast í huga, at vit ikki hava goldið toll, GATT og vørugjald til Tórshavnar Havn. Av tí at vit selja til nógv ymisk lond, er tað ógjørligt hjá okkum at hava yvirlit yvir toll, lokalkostnaðir og GATT í øllum londum í heiminum. Vinarliga tak samband við Toll og Skatt fyri at frætta nærri um toll, og vinarliga klikk her fyri nýggjasta yvirlitið yvir vørugjøld til Tórshavnar Havn. Vinarliga klikk her fyri at síggja vanliga nýttu Incoterms 2000.

 

 

Hvussu long er leveringstíðin?

 

Leveringstíðin kemur ann uppá ymisku verksmiðjurnar men liggur vanliga millum 20-30 dagar, til vøran fer umborð á eitt skip hjá Maersk Line. Síðani eru umleið seks vikur í sigling, til vøran kemur til tygara hurð. ThaiFo hevur eina sera góða avtalu við Maersk Line, so vit fáa so góðar prísir sum gjørligt, og soleiðis at vit altíð fáa pláss á skipunum.

 

 

Hvussu nógv má man bíleggja?

 

Har er einki fast minsta mark. Okkara royndir siga okkum, at alt eftir hvat vøran er, kann man altíð samráða seg til eina nøgd, sum hóskar til føroyska marknaðin, líkamikið um man tosar um sement, klokkur ella skógvar. Viðvíkjandi frakt so loysir tað seg altíð at bíleggja fullar bingjur, men um man bíleggur ein platt, kann prísurin á vøruni leverað til kundans hurð saktans enn vera sera kappingarførur.

 

 

Hvussu er góðskan?

 

Vit í ThaiFo tosa altíð opið um góðsku, soleiðis at kundin altíð veit hvat hann bíleggur. Um hægsti prioritetur hjá kundanum er ein lágur prísur, so veit kundin at góðskan fer nakað niður og umvent. Um kundin ynskir høgan kvalitet, so skaffa vit høgan kvalitet.

 

 

Hvat um vøran ikki er í lagi?

 

Okkara vøra er altíð tryggjað soleiðis at man altíð fær peningin aftur um skaði er hendur. Eisini veita vit altíð myndir av vøruni tá hon er klár, og vit taka eisini stikkprøvar ígjøgnum okkara samstarvspartnarar innan kvalitetskontroll. Vit gera okkara fyri at einki óvæntað hendur.

 

 

Hvussu við sertifikatum?

 

Vit eru fullgreiðir yvir at kundar okkara ynskja sertifikatir, so sum CE, TÜV og annað. Eisini skal ymisk útgerð sum verður nýtt í Føroyum lúka nakrar Evropeiskar standardar, so sum ASTM, DS, EN og aðrar. Vit hava nakað av erfaring og upplýsa fegin um hvat er neyðugt, men vit halda fast við at ábyrgdin liggur hjá kundanum at upplýsa fyri okkum hvørji sertifikat skulu vísast fram. So gott sum allar okkara verksmiðjur hava í minsta lagi ISO9001, sum er eitt sertifikat viðvíkjandi internari kvalitetskontroll. Um verksmiðjan ikki hevur ISO, so brúka vit referansur frá øðrum kundum hjá verksmiðjuni og okkara egna kvalitetskontroll.

 

 

 

 

 
ThaiFo Spf    Stjórna
Solution from KNASSAR , KNASSI